Tá norska tv2.no í dag skifti orð við løgregluadvokatin, Haris Hrenovica, váttaði hesin, at løgreglan nú hevur funnið nýggj prógv ímóti miljarderinum, Tom Hagen, ið er maður Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv sporleyst úr heiminum hjá familjuni í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í 2018. Løgreglan heldur, at tað er Tom Hagen, sum stendur aftan fyri brotsverkið, og tískil er hann eisini skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni.
Á opnari gøtu í Lørenskog, tá hann var á veg til arbeiðis, varð miljarderurin fyri nøkrum vikum síðan handtikin og skuldsettur. Tingrætturin dømdi hann í varðhald í fýra vikur, meðan løgreglan ger nýggjar kanningar í málinum og serliga á matriklinum, har hjúnini búðu. Men, Tom Hagen sat bara í varðhaldinum í níggju dagar. Hann kærdi avgerðina hjá tingrættinum um varðhaldsfongsling til lagmannsrættin, har tveir av trimum dómarum gjørdu av, at maðurin skuldi leyslatast.
Lagmannsrætturin helt ikki, at løgreglan hevði nóg góð prógv ímóti honum, og tískil helt rætturin, at størri sannlíkindini eru til, at maðurin er ósekur - heldur enn sekur. Tá løgreglan sá, at tey fóru at missa Tom Hagen úr aftur varðhaldinum, kærdu tey avgerðina hjá lagmannsrættinum til hægstarætt, men hesum fekk løgreglan einki burtur úr, tí hægstirættur staðfesti avgerðina hjá lagmannsrættinum. Tískil varð miljarderurin leyslatin úr varðhaldinum.
Eftir at hann varð leyslatin, vildi løgreglan handtaka mannin aftur beinanvegin, men tað gekk heldur ikki. Hesum setti ríkisadvokaturin seg upp ímóti og segði, at eisini løgreglan skal virða rættarskipanina, nú hon hevur talað. Alla hesa tíð síðan hevur løgreglan leitað og leitað á adressuni í Lørenskog, har tey meta, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin. Í dag váttar so løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, at løgreglan hevur funnið nýggj prógv á adressuni.
- Vit hava funnið ymiskt, sum vit halda er viðkomandi fyri arbeiðið, sum víðari skal fara fram, og vit halda, at hetta kann viðvirka til at lýsa málið.
Halda tit tykkum hava nýggj prógv ímóti Tom Hagen?
- Tað er rætt.
Hví hava tit ikki handtikið mannin?
- Eg vil ikki gera viðmerkingar til, hvørjar metingar vit knýta at kanningararbeiðnum, ei heldur um tvingsilsráð, sigur løgregluadvokaturin.
Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevur hesar viðmerkingar til málið:
- Eg staðfesti, at løgreglan áhaldandi kemur við tyngjandi útsagnum um Tom Hagen í miðlunum. Miðlastrategi'in hjá løgregluni er mær púrasta óskiljandi. Eftir mínum tykki eigur norska løgreglan ikki at uppføra seg soleiðis, sigur verjin.
Løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, heldur, at drápsástøðið stendur sterkast í kanningararbeiðnum, men løgreglan arbeiðir framvegis við tí ástøði, at Anne-Elisabeth Hagen kann vera rænd.
Haris Hrenovica hevur áður sagt við tv2.no, at løgreglan heldur seg kenna motivið til, hví Tom Hagen eftir teirra tykki skal hava beint fyri konu síni, men løgregluadvokaturin vil ikki siga, hvat løgreglan heldur motivið vera.
Tv2.no sigur seg vita, at løgreglan hevur víst áhuga fyri einum stríði, sum var í hjúnalagnum fyri 25-30 árum síðan.
Men, hví heldur løgreglan tað vera so týdningarmikið at finna út av, hvat hetta stríð snúði seg um?
- Tað er soleiðis, at tá ein hjúnafelagi er horvin, og maðurin er skuldsettur, liggur tað í "sagens natur", at viðurskiftini millum partarnar er áhugavert í kanningararbeiðnum. Vit ynskja tískil at finna út av, hvussu viðurskiftini í hjúnalagnum hava verið, sigur løgregluadvokaturin.
Seinastu vikurnar hava viðurskiftini millum Tom Hagen og løgregluna verið køld, og sama hevur verið millum tey trý børnini hjá Hagen-hjúnunum og løgregluna. Tom Hagen sýtir fyri at hava havt nakað sum helst við burturblívingina av konu síni at gera, og børnini eru sannførd um, at pápin er ósekur í tí, sum er hent.
Hvørki Tom Hagen sjálvur ella børnini hjá hjúnunum báðum hava áhuga fyri fleiri avhoyringum hjá løgregluni. Men, tey eru eisini longu avhoyrd fleiri ferðir, og sambært norskum miðlum er Tom Hagen sjálvur í minsta lagi avhoyrdur 12 ferðir, síðan kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv.
##med2##