Við at kanna fingramerki og tenn hava læknar eyðmerkt 11 av teimum, sum doyðu við Air France-flogfarinum Brasilsku myndugleikarnir siga, at tíggju av teimum eyðmerktu eru brasilar. Tað seinasta er úr einum øðrum landi, og sendistovan hjá hesum landinum hevur fingið boð.
228 fólk vóru við franska flogfarinum, sum fór í havið á veg úr Rio de Janeiro til París um náttina tann 1. juni.
Umleið 50 lík og fleiri vrakpetti eru funnin á leiðini, har flogfarið datt niður. Skip og kavbátar hava leitað eftir tí svarta kassanum hjá flogfarinum, men higartil uttan úrslit.










