Hava nú eisini funnið mikroplast í fólki

Mikroplast kann fara runt í mannakroppinum við blóðrenslinum, og tað kann eisini setast á heilan

Fyri fyrstu ferð er mikroplast nú eisini funnið í mannakroppinum. Tað skriva fleiri miðlar við The Guardian sum keldu.

 

Mikroplast er allastaðni, í luftini, í vatni og í mati og nú er tað fyri fyrstu ferð eisini staðfest í skarni frá fólki. Tilsamans kannaði eitt lið av granskarum átta fólk úr Evropa, Japan og Russlandi og mikroplast var funnið í skarninum frá øllum átta. Skarnið varð kannað fyri tíggju sløg av plasti og tilsamans funnu granskararnir níggju ymisk sløg av plasti. Í miðal vóru 20 bitlar av plasti funnin í hvørjum av fólkunum.

 

Ein granskari ið nevnist Philipp Schwabl stóð fyri kanningunum, sum fóru fram í Wien í Eysturríki og hann er ikki bilsin av úrslitinum, tí áður er mikroplast eisini funnið í dýrum. Tískil hava granskarar mestsum vitað við vissu, at tað varð bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað eisini varð funnið í fólki.

 

Annars eru granskarar ikki komnir serliga langt áleið at kanna, hvørji árin mikroplast kann hava á mannakroppin. Hinvegin er tað staðfest, at djór kunnu fáa stórt mein av mikroplasti

 

Kanningar vísa, at bitlar av mikroplasti kunnu fara í blóðrenslið og verða ført runt í øllum kroppinum. Tað kann ávirka gøgnini í kroppinum, og enntá eisini heilan og tí hevur tað týdning at fáa greiði á hesum viðurskiftum, sigur lívfrøðingurin, Thomas Kirk Sørensen, við danska TV2.