Hava mist eitt vitugt og gløgt menniskja

Anna V. Ellingsgaard, journalistur og fyrrverandi fakfelagsforkvinna, doyði í gjár, bara 48 ára gomul

- Hon var skørp og gløgg, bersøgin og nærløgd!

Soleiðis tekur Ingrid Bjarnastein, forkvinna í felagnum Føroysk Miðlafólk, til í minningarorðum um Onnu V. Ellingsgaard.

Journalisturin og fyrrverandi forkvinnan í felagnum Føroysk Miðlafólk, Anna V. Ellingsgaard, doyði av sjúku í gjár, bara 48 ára gomul.

 

- Tú vart nærløgd í øllum tí, sum tú fekst við. Tað verið seg um tú skuldi gera eitt kritiskt innslag, skriva eitt portrett, baka eina kaku, binda eitt nýtt plagg ella undirvísa. Tú gjørdi onki hálvt, sigur forkvinnan í felagnum.

 

Anna V. Ellingsgaard hevur verið journalistur á Sosialinum og nú í nøkur ár, í Kringvarpinum, men hon var eisini forkvinna í Felagnum, Føroysk Miðlafólk, í fleiri ár.

 

Anna elskaði journalistikkin og hon var skørp og gløgg, bersøgin og nærløgd og hon var ikki bangin fyri at berjast fyri tí, hon visti var rætt, sigur núverandi forkvinnan um fyrrverandi forkvinnuna.

 

Sum forkvinna í Felagnum føroysk Miðlafólk, var Anna ein fakfelagskempa, sum ikki fann seg ikki í nøkrum.

 

Les eisini: Minningarorð um Onnu Vágsheyg Ellingsgaard