Tá ið hetta seinasta árið hjá Vága Floghavn verður gjørt upp, er tað lítið hugaligur lestur, tí úrslitið er, at í í fjør ferðaðust eini 57-58 prosent færri ferðafólk um flogvøllin í fjør enn í 2019.
Í fjør ferðaðust nevniliga ikki meiri enn 180.000 fólk um flogvøllin í Vágum, har ferðafólkini vóru eini 424.000 fólk í tali í 2019.
– Vit høvdu væntað eina framgongd upp á eini sjey-átta prosent í ár og sum gongdin var í januar og februar í ár, sá tað út til at halda stikk, og so hevði ferðafólkatalið í ár, nærkast eini hálvari millión, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri á flogvøllinum. Sostatt eru ferðafólkini eini 300.000 færri í tali enn tey høvdu verið undir vanligum umstøðum.
Tað, sum verri er, at stjórin væntar ikki nakra framgongd hesar næstu mánáðirnar, tú útilit eru fyri, at flúgvingin fer at minka enn meiri hesar næstu mánaðirnar. Hann sigur, at tað veldst alt um, hvussu støðan verður í sambandi við koronu, og hvussu væl tað gongst at koppseta fólk, bæði í Føroyum og uttanlands,
Men hansara besta boð er, at tað verður ikki fyrr enn út ímóti sumri, at tað fer at koma gongd á ferðingina aftur, men kanska verður ein lítil vøkstur aftur á páskum.