Hava mist 34 milliardir burtur

Høgtstandandi embætismenn í amerikanska herinum veit ikki at siga, hvat hendi við teimum 6,6 milliardum dollarum, sum vórðu sendir til Irak í byrjanini av krígnum.

Eftir US leiddu innrásina í Irak sendi George W. Bush milliardir av dollarum inn í landið. Embætismenn í Pentagon mettu, at eitt stórt C-130 Hercules flogfar tekur 2,4 milliardir í brúktum 100 dollara seðlum. Eitt fult flogfar varð sent fult av pengum, og síðani fylgdu 20 flogferðir til Irak fram til mai 2004. Tilsamans 12 milliardir dollarar, svarandi til góðar 62 milliardir krónur.

Og av teimum eru altso tær 6,6 milliardirnar dollarar, ella 34 milliardir krónur burtur.

Pengarnir skuldu nýtast at byggja landið upp aftur við og skuldu latast ráðharrum og byggifyritøkum.

Ikki fyrr enn nú er greiða fingin á, at allir pengarnir eru horvnir, og hóast ára langar kanningar er ikki eydnast at finna pengarnar aftur. Og nú viðganga keldur í amerikanska herinum, at teir kunnu vera stolnir.

Tað skrivar Los Angeles Times í dag.

Stuart Brown, sum hevur ábyrgdina av endurbyggjanini av Irak, sigur, at manglandi 6,6 milliardir dollarar er størsta tjóvarí av miðlum í amerikanskari søgu.

Kongressin, sum hevur játtað 61 milliardir dollarar til endurbyggingina av Irak, er heldur ikki fegin um horvnu milliardirnar.