»Tú ert ein klovn. Um tú ikki leggur floytuna og kortini, kanst tú vænta tær eitt alvorligt besøk sunnukvøldið«
Soleiðis vóru SMS-boðini, sum ein av føroysku fótbóltsdómarunum fekk sendandi mikukvøldið, og hetta er dropin, sum hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá føroyska fótbóltsdómarafelagnum.
- Sjálvandi skulu vit dómarar tola nakað, og tað haldi eg eisini, at vit gera. Tað er mest sum gerandiskostur, at onkur býttur sendir SMS-boð til 3. hálvleik á Rás2 ella skræðir seg á onkrari heimasíðu, tá dystirnir eru av, men í stóran mun er hetta nakað, sum hoyrir við til spælið, sigur Petur Reinert, sum er altjóða dómari og formaður í Fótbóltsdómarafelagnum.
- Vit hava sjálvandi forstáilisi fyri, at blóðið er heitt eftir dystirnar. Og nú vit eru í avgerandi fasuni av kappingini, stendur sjálvandi eyka nógv á hjá øllum pørtum. Ikki minst okkum dómarum, sum standa fyri nógvum avgerandi støðum, sum hava ávirkan á heiðursmerki ella kanska niðurflyting.
- Men eitt mark skal vera. Og tá talan verður um beinleiðis hóttanir móti okkum, er farið væl og virðiliga út um hetta markið. Vit eru familjumenn eins og so nógvir aðrir, og tað er altso ikki serliga stuttligt at fáa at vita, at tú kanst vænta tær vitjan eitt sunnukvøld av onkrum, sum vil tær ilt. Og tá er talan ikki longur um lótir, sum vit bara kunnu lata fara framvið, sigur Petur Reinert.
Hann leggur afturat, at dómarafelagið veit, hvør hevur sent boðini, og at viðkomandi nú kann vænta sær eina stevning.