Leygardagin verður hátíðardámur á Eiði tá nýggja ítróttar- og bygdarhúsið í Hólmanum alment verður tikið í nýtslu.
Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, sigur, at eini slík hús hava mangla í bygdini, ið kann virka sum savningarstað fyri bygdafólkið.
- Vit hava manglað eitt slíkt savningarstað í bygdini. Fyri at fáa fótbóltin heim aftur til Eiðis, so hava vit gjørt meira burturúr og hava nú eitt ítróttahús við góðum umstøðum. Men harumframt hava vit nú ein sal, ið kann brúkast til ymisk endamál.
Nýggja húsið hevur eitt stórt og framkomið venjingarhølið, fýra skiftingarrúm, dómaraskiftingarrrúm, umframt eina stóra samkomuhøll við tilhoyrandi nýmótans køki. Pláss er fyri umleið 300 fólkum í salinum.
Borgarstjórin greiðir frá, at tað í mest møguligan mun eru lokalir arbeiðstakarar, ið hava bygt húsið.
- Arbeiðið hevur ginigð væl og er tað sp/f Búð, ið hevur staðið fyri byggingini, ið tilsamans kostar umleið 14 milliónir krónur. Í mest møguligan mun hava tað verið lokalir arbeiðstakarar, ið hava gjørt arbeiðið, sigur Jógvan í Skorini.