FÓTBÓLTUR
Eitt nýtt lutakast. Ein nýggj undankapping. Ein nýggjur maður við róðrið frá kappingarbyrjan og ein nýggjur maður í málinum, men einki nýtt mótstøðulið. Tað er status áðrenn henda EM-undankappingin fer í gongd.
Føroyar hava spælt í móti øllum fimm londunum í eini undankapping áður. Okkurt av úrslitunum erpa vit okkum framvegis av. Onnur hava vit fortrongt.
Minnilig úrslit
1. mai 1991. Ein dagur mangir føroyingar minnast við gleði. Tá eydnaðist tað enn einaferð føroyingum at kløkka fótbóltsheimin. Hesaferð við 1-1 javnleiki móti Norðurírlandi á útivølli.
Eitt annað dato, nógv fegin líta aftur á, er 3. september 2000. Tá fingu Føroyar javnleik móti Slovenia á heimavølli.
Nú hava vit møguleika at endurtaka hesi bragd, tí Føroyar eru endaðar í sama bólki sum hesi lond.
Samstundis hava vit eisini møguleikan at vaska burtur øgiliga ósigurin í Talinn á sumri í 1998, tá vit løgdu rygg til eitt 5-0 tap fyri Estlandi.
Ikki tí, Føroyar hava bæði vunnið og spælt javnt í móti Estlandi, men báðar ferðir var talan um venjingardystir. Í 1996 fingu vit 2-2 javnleik á venjingarlegu á Kypros, og í 1997 gjørdist talan um 2-0 sigur til Føroyar í Estlandi.
Tískil vóru smílini eisini stór hjá mongum, tá Føroyar árið eftir kom í sama EM-undankappingarbólk sum Estland. Men tveir dystir seinni og eitt samanlagt tap upp á 0-7 fekk smílini at minka.
Nær við
Áðurnevndu dystir liggja allir millum góð níggju og 19 ár afturi í tíðini. Hini bæði síðstu londini hava feskari dagfesting.
Serbar hittu vit tvær ferðir í seinastu HM-undankapping. Har var onkursvegna ikki so nógv at gera hjá okkum. Tvær ferðir tvey-null tap hóast føroysku leikararnir spældu upp til sítt besta.
Italiumenn hittu vit tvær ferðir í seinastu EM-undankapping. Á Tórsvølli 2. juni í 2007 var tað so nær við sum tað kundi vera. Føroyar taptu tíverri 1-2. Síðst í november sama ár hittust liðini aftur. Hesaferð var sigurin greiðari og Italia vann 3-1.
Merkisvert var tó, at Rógvi Jacobsen skoraði í báðum dystunum og við málinum í Italia tók klaksvíkingurin málmetið á føroyska landsliðnum. Eitt met, sum ein annar klaksvíkingur átti áðrenn, nevniliga Todi Jónsson.