Hava longu keypt fyrstu jólagávurnar

Tveir av hvørjum 10 norðmonnum eru longu farnir til handils at leita eftir jólagávum, vísir ein nýggja kanning. Tað hendir, hóast hálvur triði mánaður er til jóla. Kvinnurnar eru skjótari enn menninir at gera jólahandilin. Men ídnast eru kortini tey ungu.

Fjórða hvør norsk kvinna byrjaði jólahandil sín áðrenn fyrstu vikuna í oktober mánaði, vísir ein kanning sum Infact hevur gjørt fyri norska blaðið VG.

Fleiri enn triðingurin av teimum, sum siga seg longu hava keypt jólagávur, er millum 18 og 24 ár, meðan meiri enn helmingurin av teimum longu eru farin til handils er undir 40 ár.

Norðlendingar og fólk í Trøndelag eru fyrst úti at byrja keypið av jólagávum.