Hava longt sáttmálan til 23. apríl á midnátt

Semingsmaður sendi partarnar heimaftur

 

##med2##

 

Tað sigur Anfinnur Garðalíð, formðaur í Skipara- og Navigatørfelagnum, sum eru til samráðingar um nýggjan sáttmála.

Samráðingarnar eru ongan veg komnar. Semingsmaður hevur verið uppi, men legði einki semingsuppskot fram. Anfinnur Garðalíð sigur, at semingsmaðurin nevndi onkur uppskot, sum kundu verið, men hvørgin av pørtunum tók undir við teimum. Tí sendi hann partarnar til hús aftur.

Longdi sáttmálan skal so geva pørtunum longt skotbrá at fyrireika seg til samráðingarnar.

Hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði á FM1 við Anfinn Garðalíð, formann í Skipara- og Navigatørfelagnum í tíðindasendingini í gjárkvøldið.