Paul Watson verður sitandi í fongsli

DAGFØRT: Sermersooq kredsret í Grønlandi hevur gjørt av, at varðhaldsfongslingin av Paul Watson verður longd til 5. september

Sermersooq Kredsret hevur í dag viðgjørt málið um, hvørt varðhaldsfongslingin av Paul Watson skal leingjast. Niðurstøðan var, at hann varðhaldsfongslingin er longd til 5. september. Nýggjur rættarfundur er ásettur at vera 4. september.

 

Paul Watson hevur longu kært avgerðina til Landsrættin, sum nú skal taka støðu í málinum.

 

Undir fyrra partinum av rættarfundinum førdi ákærumyndugleikin fram, at varðhaldsfongslingin skal leingjast, soleiðis at løgmálaráðið í Danmark hevur stundr at viðgera og taka støðu til útflýggingaráheitina úr Japan.

 

Ákærin metir, at tað er vandi fyri, at Paul Watson fer av landinum, um hann verður latin úr varðhaldi.

 

Verjin hjá Paul Watson hevur hinvegin grundgivið fyri, at hann als ikki skal útflýggjast til Japan, og verjin hevði eisini frammanundan boðað frá, at tey fegin vildu vísa eitt sjónvarpsbrot, sum talar fyri,at Paul Watson skuldi verið ósekur í ákræunum, sum japonsku myndugleikarnir hava ímóti honum.

 

Ákærurnar snúgva seg um eina hending, sum var í Antarktis í 2010, har myndugleikarnir í Japan meta, at Paul Watson leyp á nakrar hvalaveiðumenn og forðaði teimum í arbeiðinum.

 

Men dómarin gav teimum ikki loyvi at vísa sjónvarpsbrotið.

 

Ákærumyndugleikin grundgav ímóti at vísa brotið við tilsiping til, at tað ikki kundi avgerast, um sjónvarpsbrotið var manipulerað.

 

Høvuðspersónurin varð síðani avhoyrdur av verja sínum, har hann millum annað segði, at hann síðani hendingina hevur roynt at meldað hvalaveiðumenninar til avstralsku løgregluna, eins og at tað varð skotið ímóti honum og at skipaið fekk skaða undir hendingini í 2010.

 

Undir rættarfundinum kom fram, at japanska útflýggingaráheitanin inniheldur ákærur um, at Watson og manning hansara brúktu sýru ímóti hvalaveiðumonnunum, har ein 24 ára gamal maður á hvalaveiðuskipinum fekk skaða.

 

Verjin hjá Paul Watson, Jonas Christoffersen, grundgav hinvegin fyri, at støddin av grovleikanum ikki er uppfylt í málinum, men at talan er um politiskar ákærur:

 

– Málið er politiskt, og Japan misnýtir Grønland fyri at halda Paul Watson handan rimar, segði Jonas Christoffersen millum annað.

 

Verjin kravdi serliga umstøður, um varðhaldsfongslingin verður longd við tilsiping til, at Paul Watson »ikki er vandamikil«.

 

– Eg eru fullkomiliga ósekur. Tað er Japan, sum vil hevna seg, segði Paul Watson.

 

Rætturin gjørdi av, at Paul Watson skal verða sitandi í varðahldi undir vanligum treytum og ikki á einum hotelli, sum verjin annars grundgav fyri.