Hava leverað higartil

– Fyrru kappingarhálvu hava vit leverað, men kunnu einki gera við, at eitt annað lið hevur verið uppaftur betri, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi

Einasta av hinum liðunum, ið hevur megnað at fylgt við oddaliðnum, B36, hevur verið Víkingur, sum á stigatalvuni bara er tvey stig aftanfyri.
– Ja, vit eru í løtuni nummar tvey, og nú kappingin fer í gongd aftur, taka vit tað haðani. Fyrru kappingarhálvu hava vit leverað, men kunnu einki gera við, at eitt annað lið hevur verið uppaftur betri, sigur venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen.
– Okkara lið hevur klárað seg væl, men B36 hevur bara verið heilt framúr. Men vit fara við góðum treysti undir restina av kappingini og vóna, at tað fer at gangast líka væl.
Meðan tey flestu av hinum liðunum bæði hava fingið og mist fólk í summarsteðginum, hevur Víkingur ongan mann mist úr hópinum, men hinvegin hevur fingið Andreas Lava Olsen aftur, eftir at hann hevur roynt seg í donskum fótbólti í hálvtannað ár.
– Tað vísir seg, at Andreas er væl fyri, og tá er hann ein spælari, ið gevur okkum fleiri álopskendar møguleikar aftrat, sigur Jógvan Martin, ið eisini kann frøast um, at ein annar álopsspælari er klárur aftur.
– Páll Klettskarð, sum var skaddur alla fyrru hálvu, hevur nú vant í ein mánað við fullari ferð, so við fólki sær bara gott út hjá okkum.

Tilgongd:
Andreas Lava Olsen

Frágongd:
eingin