Hava lagt ætlanir um at myrða Putin

Russiska trygdartænastan hevur fingið ábendingar um, at onkur ætlar at beina fyri Vladimir Putin, forseta, tá hann kemur til Iran týsdagin Tað var russiska tíðindastovan Interfax, sum bar tíðindini í kvøld. Sagt verður, at russiska trygdartænastan hevur fingið upplýsingar um, at sjálvmorðsbumbumenn og burturflytarar hava fyrireikað seg til at beina fyri russiska forsetanum ella at burturflyta hann.

Interfax nevnir onga keldu til tíðindini, og Kreml vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið.

Iransku myndugleikarnir hava harafturímóti avsannað tíðindini hjá Interfax. Uttanríkisráðið í Teheran sigur, at har vita tey einki um nakrar slíkar ætlanir, og at tíðindini hava til endamáls at elva til split ímillum Iran og Russland.

Putin skal til Iran týsdagin á fund hjá londunum við Kaspiska Havið. Hetta verður fyrstu ferð í meiri enn 60 ár, at ein leiðari í Kreml vitjar Iran. Seinasta var í 1943, tá Josef Stalin var í Teheran.