Hava lagt hald á fleiri ólógligar knívar

Fólk bíleggja ólógligar knívar á internetinum, sigur løgreglan

Tað hendir seg meiri enn so, at fólk bíleggja ymsar vørur á internetinum - eisini vørur sum tað ikki er loyvt at innflyta til Føroya.

Í hesum sambandi hevur løgreglan fingið fleiri ólógligar knívar, sum tollvaldið hevur fingið fatur á í postinum. Løgreglan sigur, at talan er um springknívar, sum eru ólógligir a hava í Føroyum.

Knívar við springmekanismu eru ólógligir, bæði at innflyta og at ganga við uppi á sær. Men tað eru vanligir felliknívar ikki, tí har er neyðugt at brúka báðar hendur fyri at fáa blaðið út.

Men løgreglan sigur, at ein orsøk til at fólk bíleggja ólógligir knívar, kann vera, at tað ikki altíð er greitt at talan er um ein springknív.

Men ólógligir eru teir kortini, og tá ið tollvaldið kemur fram á slíkar í postinum, verða teir handaðir løgregluni.

Og nú hevur løgreglan fingið einar fimm-seks knívar í einum frá tollvaldinum. Løgreglan sigur, at innflytararnir verða sostatt skuldsettir fyri at hava brotið vápnalógina og tað fáa teir bót fyri. Bótin er 1.000 krónur