- Vit hava fyrireika okkum væl. Skúlin hevur hjálpt okkum væl og lærararnir hava somuleiðis hjálpt okkum væl at fyrireika uppskot, at skriva tey, so eg vil sig, at skúlin hevur hjálpt okkum væl, sigur Petur S. Thomsen.
Tað er fyri ein stóran part eisini uppskot úr Eysturskúlanum, sum vóru fyri tann fyrra dagin.
- Tað hava verið fyri fýra uppskot hjá okkum í morgun, og eitt snúði seg um yvirtøku av løgregluni og um at løna tinglimum tímaløn, sigur Fríði Slættalíð.
Hann hoyrdi ikki til tey meira smædnu og hevði orðið nakrar ferðir undir fyrstu viðgerð.
- Hjá mær eru tað mest tey mentanarligu uppskotini, sum hava størstan áhuga, og hjá mær hevði tað sera stóran áhuga at fáa retorikk inn í framhaldsdeildina og miðnám, legði Teitur J. Sigvaldsen aftrat.
Og serliga málið um rúsdrekkasølu fekk drúgva viðgerð.
- Ja, tað var nokk so stuttligt, tí tað fekk eitt gott kjak ígongd, og tað var rættiliga áhugavert, halda teir tríggir.
Men tað vóru ikki øll, ið vóru fyri hesum uppskotinum.
- Nei, vit fingu fram øll sjonarhorn í tí málinum, og tað var nokk so hugaligt at hoyra ymsu meiningarnar um tað málið, siga teir tríggir.
Teir halda, at tað hevur verið ógvuliga læruríkt ungdomsting.
- Jú, eg haldi, vit hava lært nógv, ikki minst hvussu tað er at skula standa upp fyri so mongum og siga sína hugsan, sigur Petur S. Thomsen.
Og Fríði Slættalíð er samdur.
- Eg havi fingið eitt gott innlit í, hvussu tingmanningin arbeiðir, tí g visti ikki so nógv um, hvussu tað gekk fyri seg við fyrstu, aðru og triðju viðgerð, sigur hann.
Og eisini Teitur J. Sigvaldsen kennir seg aftur í tí, hinir báðir siga.
- Eg kann bara taka undir við tí. Vit hava fingið ógvuliga gott svar upp á, hvussu geranisdaguin er í tinginum. Samstundis havi eg fingið gott innlit í tí, hvussu tað er at atkvøða fyri og ímóti ymisku uppskotunum, og greina ymsu lógaruppskotini. Tað hevur verið tað mest áhugaverda, vil eg siga, sigur Teitur J. Sigvaldsen.