Hava lært av okkum

Fyri jól sendu nøkur ónevnd fólk út eina áheitan til hýruvognsførarar í Klaksvík um at gera sum starvsfelagarnir í Havn og ikki keypa rúsdrekka fyri fólk.

Óla Hans Johannesen, sum rekur bilstøðina Garðataxi í Klaksvík, hevði hug at smírast, tá ið hann las hesa áheitan.

- Tað er meira enn eitt ár síðan, at vit góvust við slíkari koyring, so tað er frá okkum, at bilstøðirnar í Havn hava fingið hugskotið, sigur Óla Hans Johannesen.

Hann sigur, at hann steðgaði tí koyringini, tí hon voldi so nógvar trupulleikar. Ofta komu tey í hús, har annar hjúnarfelagin hevði bíligt, at hin stóð fyri teimum, tá ið bilførarin kom við vøruni. Haraftrat hevði hann ikki hug longur at hjálpa fólki við rúsdrekkatrupulleikum at fáa hendur á rúsandi løgi. Nakað annað er at koyra fólk í Rúsuna og heimaftur.

Í Klaksvík eru ikki aðrar bilstøðir við fleiri bilum. Hinir hýruvognseigararnir koyra allir í sjálvdrátti. Um teir keypa rúsdrekka fyri fólk, mugu teir um. Tað koyringina kunnu teir eiga, um teir tíma, fyri Óla Hans Johannesen, sum satsar mest upp á koyringina úr Klaksvík til og frá flogvøllinum.