Hava lænt 6,5 milliard

Føroyingar læna pengar í bankum og sparikassum, sum teir ikki hava gjørt síðani tey stuttligu áttatiárini

Í løtuni skylda føroyingar bankum og sparikassum 6.523 milliardir krónur.

Tað mesta, vit hava lænt, hava vit lønt frá sparikassunum, 3.775 milliardir.

Restin, 2.749 millard, er lænt frá bankunum.

Hetta eru alt rund tøl.

So høg sum hetta, hava útlánini ikki verið síðani allarfyrst í nítiárunum.

Men tað eru ikki bara útlánini sum veksa, tað gera innlánini eisini.

Í august í ár áttu føroyingar 7.834 millardir á bók og tað er eisini eitt tal, ið, sum hæld gongur uppeftir.

Av teimum stóðu 4.403 milliónir í sparikassunum og restin, 3.431 millardir stóðu í bankunum.

Sostatt eru útlánini hjá føroysku peningastovunum 83% av innlánunum. Fyrst í nítiárunum vóru tey 112%