Hava klakt 300 pisur í Klaksvík

Bogi á Vollanum varð pisa nummar 300

 

Á studentsútbúgvingini á  Tekniska Skúla í Klaksvík, hava tey nú klakt pisur í 20 ár.

Og nú hevur pisa nummar 300 fingið húgvuna á høvdið, og tað var Bogi á Vollanum, sum fekk hendan heigurin.

Útbúgvingin, sum framyvir ber heitið,Gymnasiala Tøknibreytin, og studentarnir í ár eru eisini søguligir við tað, at tey verða tey síðstu, sum fáa prógv eftir HT-skipanini við gamla 13-tals próvtalsstiganum.

 

Rúni Heinesen, skúlastjóri, sigur, at tað er stórur áhugi fyri at byrja á Gymnasialu Tøknibreytini og í hesum sambandi eru 50 næmingar eru tiknir inn á skúlan at byrja eftir summarfrítíðina

 

Annars verða prógvini í Hægri Tøkni handað á hátíðarhaldi í viðalundini úti í Grøv mikudagin.