Hava kanska funnið heilivág ímóti fuglakrími

Kinesiskir granskarar halda seg hava funnið ein heilivág ímóti tí lívshættisliga slagnum av fuglakrími.

Í dagsins útgávu av tí viðurkenda læknatíðarritinum Lancet greiða kinesisku granskararnir frá, at teir hava loyst tann ringasta knútin, sum granskarar hava fingist við, síðani fuglakrím bleiv staðfest.

Granskarar hava higartil havt ilt við at gera ein heilivág ímóti tí serliga vandamikla fuglakrímslagnum H5N1 uttan at brúka hjálpievni, sum tær stóru heilivágfyritøkurnar hava einkarrætt til. Men nú siga teir kinesisku granskararnir, at teir hava loyst tann knútin við at brúka alum ella dupultsulfat, sum heilivágfyritøkurnar ikki hava einkarrætt til. Tað ger, at heilivágurin kann setast í framleiðslu og seljast alment, skrivar Reuters.

120 fólk hava sjálvboðin roynt tann kinesiska heilivágin, og sum skilst eru royndirnar væleydnaðar.