Hava kanska funnið barnaheimið hjá Jesusi

Fornminnisfrøðingar í Ísrael hava nú - í sjálvari jólavikuni - helst funnið restirnar av einum húsum frá tíðini, tá Jesus gekk her á jørð. Fleiri kristin fólk halda, at hetta er húsið har Jesus vaks upp saman við móður síni, Mariu Moy

Nasaret, Ísrael: Henda nýggja avdúkingin vísir, hvussu fólk livdu fyri 2000 árum síðani, um tað mundið tá Jesus livdi, sigur felagsskapurin Israel Antiquities Authority.

Mong halda, at Maria Moy livdi saman við Jesusi í eini holu, har sum snotuliga Føðingarkirkjan í Nasaret stendur ídag.

Men nú verður kanska ivi sáddur um tað veruliga var so, at Jesus búði í eini holu:

Við hesi seinastu útgravingini hava teir m.a. grivið fram tveir veggir í einum húsum. Í húsunum vóru tvey rúm og eitt tún, í hesum býnum har Jesus vaks upp, saman við eini 50 øðrum familjum.

- Út frá leir- og kritbrotum á staðnum, er líkt til at ein vanlig jødisk familja hevur húsast her, sigur fornfrøðingurin Yardenna Alexandre við Chicago Tribune.

Vanlig hús

Fyri 2000 árum síðani var ikki óvanligt, at jødarnir í nánd av Nasaret krógvaðu seg í holum nærhendis í tíðarbilum, av ótta fyri rómverska hersetingarvaldinum.

Men hesin lítli landsbýurin var so mikið langt burturi frá alfaravegi, at tey høvdu ikki fyri neyðini at krógva seg.

- Henda uppdagingin er sera týdningarmikil, tí hetta er fyrstu ferð at vit hava funnið eini hús frá jødiska landsbýnum Nasaret.

- Hetta vóru helst eini vanlig hús í Nasaret um hetta mundið, sigur Yardenna Alexandre við fjølmiðlar.

Sambært henni var Nasaret, sum í dag er størsti arabiski býurin í Ísrael við 65.000 íbúgvum, ein lítil staður á Jesu døgum.

Steinarnir tosa

Arbeiðsmenn komu fram á bústaðin seinasta summar, men tað var ikki fyrr enn í hesum mánaðinum at fornfrøðingar komu fram til, at hesin kundi vera frá Jesu døgum.

Ikki óvæntað fegnast tey lokalu kristnu um nýggju avdúkingarnar.

- Tað verður sagt, at um fólkið ikki tosar, so skulu steinarnir tosa, segði presturin Jack Karam í Føðingarkirkjuni í Nasaret.

Hinvegin ynskja fornfrøðingarnir ikki at knýta hesi húsini saman við barnaheiminum hjá Jesus.

mynd

Á fyrsta sinni hava ísraelskir fornfrøðingar funnið leivdirnar av einum húsum í Nasaret frá tíðini, tá Jesus livdi og vaks upp í býnum

fyri seg

Um Nasaret í Bíbliuni

?Men tá ið Heródes var deyður, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði: »Statt upp og tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelslands; tí at teir eru deyðir, ið vildu taka barnið av lívi.« Og hann fór upp, tók barnið og móður tess og kom til Ísraelslands. Men tá ið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Júdeu eftir Heródes, faðir sín, óttaðist hann fyri at fara hagar; og hann fekk ávaring frá Guði í dreymi og fór avstað til Galileubygdirnar. Og hann kom hagar og búsettist í eini bygd, ið eitur Nasaret, at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetunum, at hann skuldi kallast Nasareari?.

(Mattheus, 2. kapitul ørindi 19 til 23)