Er tann seinasta metingin hjá norska Oljustýrinum bein, hava norðmenn kanska brúkt millum ein triðing og helmingin av oljuni og gassinum á norska landgrunninum. Higartil hava norðmenn framleitt 5,3 milliardir rúmmetrar av landgrunninum, og serfrøðingarnir hjá Oljustýrinum hava roknað seg fram til, at 4,8 og 11,7 milliardir rúmmetrar eftir í undirgrundini.
Í fjør funnu oljufeløgini 28 nýggjar leiðir, men tær hava ikki víst seg at vera serliga stórar, sigur Oljustýrið. Tað minsta var 0,3 milliónir rúmmetrar og tann størsta 38 milliardir rúmmetrar.