Fyri nøkrum árum síðani vaktu føroyskir granskarar miklan ans kring allan heimin, tá ið teir
prógvaðu, at kyksilvur í ávísum mongdum ávirkar menningina hjá børnum.
Nú arbeiða teir við eini aðrari kanningarætlan, sum kanska fer at vekja líka stóran ans.
Tað var í fyrru helvt av nítiárunum, at føroyskir granskarar kannaðu eini 1.000 føroysk børn í sjey ára aldri. Hetta vóru børn, sum vóru fødd í 1986-1987 og tey vóru sjey ár, táið tey vórðu kannað.
Hendan kanningin prógvaði, at kyksilvur í ávísum mongdum ávirkaði menningina av børnum so mikið, at tað kundi mátast.
Úrslitið av kanningini hevur vakt miklan ans nógvastaðni kring heimin. Men nú er kanningin yvirhøvur viðurkent og myndugleikar eru so við og við farnir at taka úrslitið til eftirtektar. Avleiðingin av tí er, at teir eru farnir mæla til at lækka hámarkið fyri, hvussu nógv kyksilvur kann vera í mati, sum vit eta.
Líka stóran ans
Endamálið við hesari nýggju granskingarætlanini, sum teir nú eru farnir í holt við, er at vita, um tað óhepna árinið, sum varð staðfest hjá teimum sjey ára gomlu børnunum, broytist nakað við aldrinum.
-Stutt sagt ætla vit at kanna, um tað óhepnað árinið, sum kyksilvur hevur á tey sjey ára gomlu børnini versnar við árinum, um tað batnar, ella um tað stendur í stað, sigur Pál Weyhe, sum stendur fyri kanningunum.
Fyri at koma til eitt úrslit eru tey tí farin í holt við at kanna tey somu børnini einaferð afturat, sum vóru kannað fyri sjey átta árum síðani.
-Nú eru hesi børnini blivin 14 ára gomul og tí ætla vit at vita, um tey framvegis eru ávirkað av kyksilvurinum, og í hvønn mun tey eru ávirkað nú, afturímóti tá ið tey vóru sjey ár.
Pál Weihe sigur, at í fjør vórðu 400 børn kannað og næsta ár verða so eini 500 børn kannað afturat.
Hann sigur, at so er tað stóra arbeiði eftir at útgreina tær mátingar, sum eru gjørdar. Men hann væntar at ein niðurstøða skuldi verið greið um ársskiftið 2001-2002.
Kanna 100 børn í Danmark
Men tað er nógv hent síðani fyrru helvt av nítiárunum, tá ið børnini vórðu kannað fyrstu ferð. Og ein trupulleiki, sum føroysku granskararnir hava fingið er, at av teimum umleið 1.000 børnunum, sum vórðu kannað tá, eru eini 138 flutt uttanlands at búgva síðani.
Nøkur eru flutt til Noregs, onkur til Grønlands o.s.fr.
Men eyðvitað eru tey flestu flutt til Danmarkar og tilsamans eru tað nú umleið 100 av hesum børnum, sum nú búleikast á Flatlondum.
Og tey børnini eru nú kannað
Hesa seinastu tíðina hevur eitt lið av føroyingum verið í Danmark og gjørt hesar kanningarnar.
Ein kanningarstøð er sett upp í Odense, sum er mitt í Danmark og hagar eru so tey føroysku børnini úr øllum landinum farin at verða kannað.
Kanningarnar eru drúgvar og átta børn eru kannað um dagin.
Pál Weihe sigur, kanningarnar hava gingið avbera væl og hann fegnast um at foreldur og børn hava víst so góðan vilja at vera við í hesum kanningunum.