Løgreglan var rættiliga úti um seg í gjár við tí endamáli at kanna ferðsluna og í tí sambandi hava tey kannað ein hóp av bilum, bæði í Klaksvík og í Eysturoy. Úrslitið av tí er, at fleiri bilførarar fáa bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu, og fleiri fólk í bilunum fingu eisini bót, tí tey vóru ikki í trygdarbelti.
Og so var tað ein bilførari, sum fekk eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 1.500 krónur. Tað fekk hann fyri at yvirhála á vegnum ígjøgnum Lambareiði, hóast hindrunarstrika er mitt eftir vegnum.
Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum, men tey gjørdu ongan háva burtur úr sær. Hinvegin hendi tað í fleiri førum, at sjúkrabilur mátti sendast eftir fólki, sum vóru vóru dottin tí tey vóru so drukkin.
Men í Klaksvík hendi kortini tað mitt í nátt, at ein maður varð sligin inni á einum skeinkistaði. Løgreglan sigur, at tey fara at tosa við fólk í dag um hendingina, tí hetta kann enda við eini skuldseting um harðskap.