Samgongan hevur kalt og kyniskt slept Havnini upp á fjall. Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hann skipar til orðaskiftið í Løgtinginum í farnu viku um at byggja bústovnar til fólk við serligum tørvi.
Í hesum sambandi ásannaði Annika Olsen, at heldur enn at byggja í Havn, hevur samgongan lagt dent á at byggja bústaðir kring landið, har tørvurin er stórur – hóast tørvurin eisini er stórur í høvuðstaðnum.
Bæði Annika Olsen og onnur nevndu, at summastaðni kring landið hava kommunurnar gingið undan at útvega bústaðir til fólk við serligum tørvi, og heitti samstundis á Tórshavnar kommunu, um at verða meira virkin á hesum øki.
Men Heðin Mortensen helddur ikki, at Havnin bara er gloymd í hesum máli. Annika Olsen sigur, at landspolitiskt hava tey ”kalt og kyniskt” raðfest uttan um Havnina, sigur hann. Hann sigur, at hetta er bara tí at tað loysir seg betri politiskt í teimum lokaløkjum útjaðarapolitikkararnir umboða.
- Talan hevur tí ikki verið um atlit til tørvin hjá brúkarum, men um at spjaða íløgur til útjaðaran, sum hevur minni tørv á bústovnum, men sum skal kyrrast við byggiarbeiðsplássum.
Les eisini: Mælir samgongan okkum til beinleiðis lógarbrot?
Hann vísir á, at fleiri tingfólk skilja kanska ikki, at tað er landið, sum hevur ábyrgdina av slíkum bústovnum. Tí er tað ikki smávegis frekleiki at krevja, at Tórshavnar Kommuna skal ganga á odda og vera við til at byggja slíkar stovnar, staðfestir borgarstjórin í Havn. - Tá hesir landspolitikkarar tosa um at taka ábyrgd, man tað so hava nakað við at gera, at mann vil gera byggikostnaðin bíligari, spyr borgarstjórin.
Men tað hevur Annika Olsen longu gjørt, sigur hann. - Hon hevur spurt beinleiðis, hví Tórshavnar kommuna ikki, eins og aðrar kommunur, kann lata Almannamálaráðnum grundstykki til stovnar at kalla ókeypis.
- Men tað kann kommunan ikki, tí tað er ólógligt og tað hevði verið áhugavert at vita, hvussu skjótt kommunala eftirlitið hevði verið á Vaglinum við lógini í hondini og biðið um frágreiðingar, hóttandi við dagbótum, tí bygdakommuna, kringvarpið ella lokalblað norðanfjørðs hevði klagað um ólógliga grundøkissølu.
Tað er heilt ófatiligt, at ting- og landsstýrisfólk hava so lítið innlit í tær lógir, tey sjálvi umsita, umframt avleiðingarnar av sínum egna vanstýri, sigur Heðin Mortensen.
|










