Hava játtað fyrstu pengarnar til havnarútbygging

Tórshavnar býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið játta 6 mió. kr. til projektering og forkanningar í sambandi við útbygging av Tórshavnar havn.

Tórshavnar býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið játta 6 mió. kr. til projektering og forkanningar í sambandi við útbygging av Tórshavnar havn.

 

Nakað av orðadrátti hevur verið um hesa verkætlan seinastu dagarnar. Í Sosialinum mikudagin vístu býráðslimirnir hjá Tjóðveldi á, at teir hildu tað verða skeivt at fara undir projektering og forkanningar av ætlanini við Skansan, áðrenn aðrir møguleikar at gera góðshavn á øðrum stað í kommununi vóru kannaðir.

 

Í vinnunevndini hevur Jákup Dam boðað frá, at hann tekur ikki undir við tilmælinum, men mælir til at samtykkja, at aðrir møguleikar fyri víðkaðari góðshavn í kommununi verða gjølla kannaðir við atliti at kostnaði og umstøðum annars, áðrenn byggiskrá verður samtykt og peningur játtaður til at projektera ætlaðu útbygginina av Skansabryggjuni og Eystara havnarøki í Havn. Víst verður til framløgd skitsuuppskot d.d. um havnarbygging á Sundi.

 

Tí legði Tjóðveldi uppskot fram fyri býráðið um, at aðrir møguleikar fyri víðkaðari góðshavn í kommununi verða gjølla kannaðir við atliti at kostnaði og umstøðum annars, áðrenn byggiskrá verður samtykt og peningur játtaður til at projektera ætlaðu útbygginina av Skansabryggjuni og Eystara havnarøki í Havn.

 

Men hetta uppskot broytti einki, tað fekk bara atkvøðurnar hjá teimum trimum tjóðveldislimunum á býráðsfundinum í gjárkvøldið. Øll tey 10 samgonguumboðini atkvøddu ímóti.

 

Tá atkvøtt varð um uppskotið frá meiriltunum, var støðan tann øvugta. Øll samgongan atkvøddifyri, meðan andstøðan atkvøddi ímóti.

 

Fyri atkvøddu:

Heðin Mortensen, Rúni Djurhuus, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø,  Sigrún Mohr, Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen, Annfinn Brekkstein, Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen.

 

Ímóti atkvøddu:

Marin Katrina Frýdal, Jákup Dam og Jógvan Arge.