Hava játtað eina millión at lata Havnará uppaftur

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið endaliga at játta eina millión krónur til málið um at lata Havnará uppaftur á Vaglinum

Upp undir býráðsvalið nevndi Tróndur Sigurðsson, byráðslimur, møguleikan at lata Havnará upp frá Sverrisgøtu og oman á Vagið, tað vil siga á økinum millum gamla Sparikassabygningin og gamla Telefonverkið, fram við Løgtinginum og Tinghúsvøllinum.

Tað var fyri góðum 60 árum síðani, at lok varð lag á hendan partin av ánni, tí hon luktaði, og hon er framvegis kloakk frá Sjónleikarhúsinum og oman á Áarvegin.

Skal áin latast uppaftur, so má kloakkvatnið skiljast frá áarvatninum – ella kann ein rein á við reinum vatni leggjast oman á kloakkina.

Tað er hetta kanningararbeiði, sum nú fer í gongd.

Tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og býararkitekturin hava mælt til:

– At 1.000.000 kr. verða fluttar av konto 8175, L00001, Løgukarmur fyri árið til nýggja íløgu “Havnará” á konto 8175.

– At umsitingin fer undir at lýsa verkætlanina, gera neyðugar kanningar og fyrireika verkætlanina.

– At umsitingin verður heimilað at bjóða partar av verkætlanini út, um mett verður neyðugt við serráðgeving til verkætlanina

– At avvarðandi nevndir verða kunnaðar leypandi.

– At beina málið í býráðið umvegis teknisku nevnd og fíggjarnevndina

##med2##

Byggi- og býarskipanarnevndin 08. februar 2021: Samtykt at taka undir við tilmælinum.

Tekniska nevnd 08. februar 2021: Samtykt at taka undir við tilmælinum.

Fíggjarnevndin 17. februar 2021: Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein og Birgir Nielsen, tekur undir við tilmælinum og beinir málið í býráðið.

Ein minniluti, Elsa Berg, tekur ikki undir við ætlanini vísandi til óvissuna um endaliga kostnaðin og hvussu hetta ávirkar aðrar grundtænastur, ið kommunan skal veita.

Á býráðsfundi 25. februar varð atkvøtt um tilmælið frá meirilutanum í fíggjarnevndini, ið varð samtykt við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Jákup Dam, Gunvør Balle, Annika Olsen, Birgir Nielsen og Ruth Vang.

Ímóti atkvøddi: Elsa Berg.

Og á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð málið endaliga samtykt við aðru viðgerð við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti.

##med3##

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Jákup Dam, Gunvør Balle, Annika Olsen, Birgir Nielsen og Ruth Vang.

Ímóti atkvøddi: Elsa Berg.