Fyrstu 10 mánaðirnar av árinum hava vit innflutt vørur fyri 4,2 mia. kr. Hetta er 142 mió. minni enn seinasta ár ella ein minking uppá 3%. Verða skipini ikki tald við, er hinvegin talan um ein vøkstur uppá 1%.
Vørubólkarnir ?Tilfar til annan ídnað? og ?Brennievni? vaksa í innflutningsvirði, meðan restin minkar.
Innflutt er fyri 947 mió. av brennievni móti 702 mió. síðsta ár, tað er 35% vøkstur. Fyrstu 9 mánaðirnar var innflutningsvirðið hvønn mánað hægri enn sama mánað í fjør, í juni nærum tað tvífalda, meðan oktobur gjørdist fyrsti mánaði í ár, har innflutt er fyri minni enn sama mánað síðsta ár, skrivar Hagstovan.