TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við kenda Víkinga-fjepparan, Rúna Klein Joensen, sum gekk í skrúðgongu eftir Heðins brúgv á veg út í Vika á Argjum at hyggja eftir alt avgerandi dystinum millum AB og Víking.
Rúni Klein Joensen er greiður yvir kravið. Vinnur KÍ á ÍF í Fuglafirði, so má Víkingur vinna á AB á Argjum.
Rúni Klein Joensen undirstrikar, at vinnur Víkingur ikki á AB, samstundis, sum KÍ vinnur á ÍF, ja so hevur Víkingur ikki uppiborið at vinna FM.










