Hava ikki tamarhald á skógareldunum í Svøríki

Stórur partur av Svøríki er í løtuni illa rakt av skógareldum. Hetta er millum álvarsamastu støðurnar, svenska bjargingartænastan nakrantíð hevur verið í

Í løtuni herja 61 skógareldar í Svøríki. Eldsbrunarnir eru størstir í norðara og miðara partinum av Svøríki.

 

- Hetta er hin mest álvarsamasta støðan, sum svenska bjargingartænastan nakrantíð hevur verið í. Støðan kann ikki undirvurderast, sigur Dan Eliasson, svenskur tilbúgvingarstjóri í tíðindaskrivi. 

 

Hann sigur, at størsta avbjóðingin er, at svenska bjargingartænastan ikki er brynjað nokk til at klára so umfatandi eldsbrunar.

 

Serliga er tað kommunan Ljusdal, sum er illa rakt av eldsbrununum. Donsk sløkkiliðsfólk fóru í gjárkvøldi mannsterk til Ljusdal at hjálpa til við at sløkkja eldin. 

 

Eldurin er so umfatandi, at svenska tilbúgvingin hevur leitað eftir sjálvbodnum at koma og hjálpa. Norsk, fronsk og italiensk sløkkiliðsflogfør eru eisini send til Svøríkis eftir áheitan frá svensku stjørnini til ES. Týskland og Litava hava meldað út, at tey eisini eru til reiðar at hjálpa. 

 

Ætlanin var, at 27 donsku sløkkiliðsfólkini skuldu vera har inntil mánakvøldið, men svenska bjargingartænastan hevur brúk fyri teimum longri enn so. Tí verða fleiri og nýggir avloysarar sendir til Ljusdal mánadagin.

 

Sambært svenska kringvarpinum, SVT, hava skógareldirnir higartil kostað svenskum skógaeigarum tilsamans um 400 milliónir danskar krónur.

 

Tað verður væntað, at sløkkiarbeiðið kemur at taka upp til fleiri vikur.