Hava ikki sett eina krónu av

- Vandi er fyri at munandi sparingar mugu setast í verk á almannaøkinum næstu árini

- Løgtingið hevur fingið skeivar upplýsingar úr landsstýrinum, og tað er revsivert.

 

Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður floksins.

 

Hann hevur spurt Anniku Olsen, hvussu verður vorðið við útreiðslunum til pensjónir næstu árini.

 

Hann vísir á, at samgongan hevur sagt, at pensjónsnýskipanin, arbeitt verður við, skal ikki raka verandi pensjónistar.

 

Men tá ið løgtingið viðgjørdi fíggjarligu karmarnar fyri næstu árini, at skulu fíggjarkarmarnir halda, verður neyðugt at spara 20 milliónir í fólkapensjón, longu næsta ár fyri at samgongan kann halda karmarnar, hon sjálv hevur samtykt.

 

Annika Olsen sigur, at í fíggjarkarmunum legði hon upp fyri, at útreiðslurnar til fólkapensjón fara at hækka 33,7 milliónir næsta ár. Men av teimum eru 13 milliónir krónur ein hækking sum stendst av, at viðbótin er hækka.

 

Tað merkir, at útreiðslurnar til sjálva fólkapensjónina hækka 20 milliónir næsta ár. Fyri árini 2017 til 2020 hækka útreiðslurnar til fólkapensjón trý prosent um árið.

 

Hon sigur, at tá ið fíggjarkarmarnir vórðu lagdir, boðaði hon fíggjarmálaráðnum frá teimum avbjóðingum, sum Almannamálaráðið hevur hesi næstu árini.

 

Men hon staðfesti, at tað er Jørgen Niclasen, sum hevur ábyrgdina av at leggja fíggjarkarmarnar fyri løgtingið, og tað er hann, sum hevur ábyrgdina av teimum upplýsingunum, løgtingið fær í hesum sambandi.

 

Annika Olsen vísir annars á, at í fíggjarkarmunum er lagt upp fyri, at almannaverkið skal spara. Hon sigur, at tilsamans skal hon finna 34 milliónir krónur.

 

Spurningurin er so um tað ber til at semjast um eina pensjónsnýskipan. Tað ber eisini til at finna aðrar sparingar, men tað svíður allastaðni, so lætt verður tað ikki, staðfestir hon.  

 

Men hinvegin er ongin avgerð er tikin um, hvørjar sparingarnar skulu vera. Hon sigur, at tá ið karmarnir eru samtyktir, fer hon at arbeiða við uppskotum um sparingar. Men hon ásannar, at avbjóðingin er ovurstór og tað eru ongar lættar loysnir.

 

Samstundis staðfestir hon, at vit mugu og skulu hava eina nýggja pensjónsskipan. Hon sigur, at tað er alneyðugt, tí tey næstu 20-30 árini fer talið á eldri at tvífaldast, sigur Annika Olsen.

 

Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, staðfestir, at í fíggjarkarmunum, sum eru til viðgerar, er bara ætlanin at hækka útreiðslurnar til pensjónir 13 milliónir krónur. Tað eru útreiðslurnar ið standast av, at viðbótin hækkar.

 

Men tað er ikki ein króna sett av fyri at leggja upp fyri, at talið á pensjónistum fer at hækka.

 

- Sostatt passar tað rætt og slætt ikki, at lagt er upp fyri, at útreiðslurnar til fólkapensjón hækka 20 milliónir, tí talið á pensjónistum hækka, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann sigur, at sostatt hevur Jørgen Niclasen beinleiðis givið løgtinginum villleiðandi upplýsingar. Og tað er revsivert, leggur hann afturat.

 

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, átalar, at Annika Olsen ikki kann seta tal á sparingarnar. Men hon vísir á, at í fjør varð upplýst, at útreiðslurnar til fólkapensjón skulu skerjast 38 milliónir til 2018.

 

Eyðgun Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, halda eisini, at løgtingið hevur krav upp á at fáa at vita, hvussu stórar sparingar skulu gerast á pensjónsøkinum næsta ár.

 

Gerhard  Lognberg vísti á, at undanfarna samgonga, har hann var limur í Javnaðarflokkinum og tá var ætlanin at hækka pensjónsaldurin tvey ár í einum høggi.

 

Annika Olsen vísir á, at tað er als ikki óvanligt, at sparingar verða ásttar, uttan at tað er útgreinað ítøkiliga, hvørjar sparingarnar verða. Tað er heldur ikki óvanligt, at víkja frá karmunum, tá ið fíggjarætlanirnar verða gjørdar, sigur hon.