Hava ikki ráð at lata vera

Ólavur Rasmussen, heldur, at tað er neyðugt at byggja eftirskúla í Føroyum, fyri at bremsa fólkafráflytingini.

- Tað kann ikki vera nakar ivi um, at tørvur er á einum slíkum eftirskúla í Føroyum, sigur Ólavur Rasmussen, stigtakari og formaður í nevndini fyri eftirskúlan, sum gleðist um, at Føroya Lærarafelag og Skúlaleiðarafelagið eru vorðnir partar av samstarvinum eisini.

 

Serliga spentur er Ólavur Rasmussen tó um møguleikan, at draga børn hjá føroyskum útisetum til Føroya á eftirskúla.

- Eg haldi, hatta ofta er ein gloymdur málbólkur, og um vit megna at draga tey til Føroya í eitt ár, so er dupult vunnið, heldur hann.

 

- Spurningurin er, um vit hava ráð at lata vera at byggja ein eftirskúla í Føroyum. Vit missa alsamt fremsta tilfeingi okkara, tey ungu, til útlandið, og hetta er eitt frálíkt tiltak í royndini at byrgja upp fyri at missa tey, sigur Ólavur Rasmussen.

 

Hann ivast ikki í, at verkætlanin hevur stuðul frá myndugleikunum.

- Spurningurin um eftirskúla hevur verið í Løgtinginum fleiri ferðir og Løgtingið hevur víst, at tað skilir tørvin. Fyri fimm árum síðani var jú einmælt samtykt at byggja ein eftirskúla í Hvalba, men nýval legði tíverri fót fyri tí ætlanini, sigur Ólavur Rasmussen.

 

Fremsti mangulin at gera verkætlanina til veruleika er tó fígging, og har er Ólavur Rasmussen púra greiður.

- Tað almenna má vísa vilja í verki at seta pening í eina tílíka ætlan. Tað er vónleyst, at biðja privatar íleggjarar um stuðul, innan myndugleikarnir hava víst vilja og sett pening av til verkætlanina. Tí vóni eg, at eftirskúlin á Drelnesi verður settur á fíggjarlógina skjótast gjørligt, so at restin av fíggingini kann fáast til vega, sigur Ólavur Rasmussen.

 

Les meiri um ætlaða eftirskúlan á Drelnesi í Sosialinum frá mánadegnum.