Hava ikki mist vónina um frysting umborð

Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið vánaligur higartil í heyst, hevur Tórhallur Randrup, skipari, avgjørt ikki mist vónina um, at tað fer at loysa seg at fiska undir Føroyum og frysta veiðina umborð. - Nei, eg havi góðar vónir. Tað, sum krevst, er, at fiskiskapurin eftir upsa verður betri, sigur hann

Klokkan 15 í dag loysa partrolararnir, Sjagaklettur og Gullberg, aftur. Skipini hava ligið nakrar dagar, tí trupulleikar hava verið við spælinum hjá Gullbergi. Skipini, sum eru frystiskip, hava annars riggað væl, síðan tey fóru á fyrsta túrin hin 21. juni í ár. Hetta eru góð skip, sum eisini roynast væl í sjónum.
Umframt at Sjagaklettur og Gullberg frysta veiðina umborð, frysta Brestir og Vesturleiki eisini.
Sjagaklettur og Gullberg vórðu keyptir heim til Føroya sum frystiskip. Hinvegin eru Brestir og Vesturleiki umbygdir til frysting.
Tvey onnur skip, sum fiska í føroyskum sjógvi, frysta eisini veiðina umborð. Tað eru garnaskipini, Ågot og Anita.
Tað er nýtt í føroyskari fiskiskipavinnu, at skip, sum fiska undir Føroyum, eru farin at frysta veiðina umborð. Tað merkir so eisini, at skipini landa ikki ísfisk, sum kemur til virkingar á landi, ið vanligt hevur verið gjøgnum mong ár.

Ov lítil veiða
Tórhallur Randrup, skipari á Sjagakletti, sigur, at skipini nú hava verið á fyrsta botnfiskatúrinum, sum vardi í ein mánaða. Skipari á Gullbergi er hvalbingurin, John Martin Poulsen.
- Fyrstu tríggjar mánaðirnar vóru vit á makrelveiði, og nú hava vit so gjørt fyrsta túrin eftir botnfiski.
Skiparin sigur, at veiðan eftir upsa hevur verið smálig í seinastuni, men vónir eru um, at fiskiskapurin fer at batna, nú tíðin skuldi verið hin besta til hesa veiði.
- Henda mánaðin hava vit fiskað og fryst 212 tons tilsamans, 60 tons eru kongafiskur, 40 tons svartkalvi, og síðan er restin upsi. Fiskurin er avhøvdaður, og nakað av svartkalva er eisini skráskorið.
Tórhallur Randrup sigur, at veiðan av seinasta túri er ikki løgd upp. Tað verður ikki gjørt, fyrr enn skipini koma inn aftur til jólar.
- Hvørt skipið tekur 270 tons, so enn er gott pláss í lastunum. Eg havi lovað manningini, at skipini koma inn aftur til jólar, og tað hevði verið óført, um bæði skipini tá høvdu fulla last, sigur skiparin.

Ikki mist vónina
Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið vánaligur higartil í heyst, hevur Tórhallur Randrup avgjørt ikki mist mótið um, at tað fer at loysa seg at fiska undir Føroyum og frysta veiðina umborð.
- Eg havi góðar vónir. Tað, sum krevst, er, at fiskiskapurin eftir upsa verður betri, og tað hava vit vónir um. Nú línuskip hava drigið upsa á línu, sum er púrasta óvanligt, meta vit, at upsi er til. Hann gongur kanska bara í størri mun uppi í sjónum, enn vanligt er.
Skiparin á Sjagakletti sigur, at veiðan henda seinasta mánaðin ikki hevur kastað nakað serligt av sær til skip og manning.
- Hetta er ein túrur, sum hevur staðið upp og niður, sigur Tórhallur Randrup, skipari.
Teir tríggjar mánaðirnar, sum Sjagaklettur og Gullberg vóru á makrelveiði, fiskaðu skipini út við 3000 tons.