Fyri fleiri vikum síðani bjóðaði Tórshavnar Býráð sær til at vera við at fíggja skúladepilin í Marknagili.
Men hóast ein politisk avgerð um skúladepilin í Marknagil er á trappuni, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri, at Tórshavnar Býráð hevur ikki hoyrt eitt orð aftur um hetta.
Annars nevnir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, so seint sum í morgun á Portalinum, at hetta er ein møguleiki, sum skal kannast.
Men borgarstjórin í Havn staðfestir, at Tórshavnar Kommuna hevur ongar afturmeldingar fingið
Og tað ørkymlar hann almikið.
Heðin Mortensen sigur, at eitt, sum kommunan hugsar sær, er at kommunan yvirtekur Handilsskúlan og hallirnar við Tekniska skúla.
Kommunan er eisini sinnað at keypa tímar í skúlanum í Markagili, so at kommunan sleppur at brúka høli í skúlanum til ymiskt virksemi, teir tímarnar, hann annars ikki verður brúktur til skúla.
Hetta kundi verið við til at fíggja skúlan, sigur borgarstjórin.
Hetta kemur so afturat teimum heil áleið 30 milliónunum, sum Tórshavnar Kommuna skal brúka upp á skúlan í sambandi við vegir, parkeringspláss og kloakk heilt út á streymasjógv, umframt at serstakur sløkkiliðsbilur skal keypast, sum klárar so stóran bygning og hann kostar átta milliónir.
Harafturat hevur Tórshavnar Kommuna latið grundstykkið fyri einki.
Sjálvur er borgarstjórin sannførdur um, at fíggingin er ikki veruliga orsøkin til, at drála verður við málinum.
Hann heldur, at í veruleikanum er tað viljin, sum manglar.
- Men eru tað hasar milliónirnar, sum mangla í, eiga við at finna eina loysn á hesum, tí tað tykist mær eitt sindur uppgevandi bara at siga, at onki ber til.
- Eg vóni ikki, at depilin verður sleptur tí at 50-70 milliónir mangla í, tí er vilji til staðar, ber væl til at koma á mál, sigur borgarstjórin í Havn.