Í fleiri ár hava føroyingar arbeitt miðvíst fyri at fáa ein handilssáttmála við Evroasiatiska Búskaparsamveldið, sum eru Russland, Hvítarussland og Kasakstan. Og nú hevur Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, spurt landsstýrismannin í uttanlandsmálum, um tey framvegis arbeiða fyri hesum handilssáttmála.
Hann hevur verið sera atfinningarsamur um politikkin hjá landsstýrinum mótvegis Russlandi, tí hann heldur, at tiltøkini, vit hava sett í verk, eru alt ov lin. Tá ið Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, segði Bjarni Kárason Petersen, at nú manglar bara, at samráðingar um eina handilsavtalu við Evrasiatiska Búskaparsamveldið, heldur fram, so er dupultmoralurin fullkomin.
Men Jenis av Rana sigur, at síðani russisku innrásina í Ukraina í februar hevur ikki verið arbeitt við málinum um fríhandilssáttmála við Evrasiatiska Búskaparsamveldið.
Annars vísir hann á, at ein av fremstu uppgávum hjá Sendistovu Føroya í Moskva, hevur verið at virka til frama fyri einum fríhandilssáttmála við Russland og hini limalondini í Evroasiatiska búskaparsamveldinum.
Men hóast virksemið á sendistovuni er ávirkað av støðuni, hevur sendistovan eina røð av øðrum uppgávum at røkja, eitt nú at kunna landsstýrið um støðuna.
– Umstøðurnar kunnu tó broytast, sum møguliga kann gera tað neyðugt at umhugsa støðuna hjá sendistovuni, men fyribils eru ikki ætlanir um aðrar broytingar, sigur Jenis av. Rana.
Hann leggur afturat, at tey flestu londini leggja dent á at varðveita diplomatisk sambond við Russland, hóast spentu viðurskiftini – tað gera norðurlondini eisini.