? Tað er heilt greitt, at tað, sum Høgni Hoydal segði í Degi og Viku hóskvøldið merkir, at landsstýrið vil hava fullveldi við egnari grundlóg uttan fyri ríkisfelagsskapin, og støða Javnaðarfloksins til hetta, er púra greið.
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sipar til mongu útmeldingina frá flokkinum um, at flokkurin ikki stuðlar einum samráðingaruppleggi, ið leggur upp til, at Føroyar skulu vera uttan fyri ríkisfelagsskapin.
Tó við enn
Men Javnaðarflokkurin vil virða demokratisku gongdina og viðgerðina í málinum, nú tað fer í uttanlandsnevndina.
? Hetta gera vit fyri at virða stýrisskipanarlógina, har sagt verður, at landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina áðrenn tað fer í samráðingar við onnur lond, sigur Jóannes Eidesgaard.
Viðgerðin í uttanlandsnevndini kann broyta samráðingaruppleggið. Men Javnaðarflokkurin kunngerð, sum skilst ikki sína endaligu støðu, fyrr enn viðgerðin er av.
? Javnaðarflokkurin vil á henda hátt geva samgonguni møguleikan at koma til fornuft viðvíkjandi ætlanini, soleiðis, at ein breið semja er møgulig, sigur Jóannes Eidesgaard
Gjørdist bilsin
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, er bilsin av, at Høgni Hoydal í Degi og Viku avdúkaði so mikið nógv av ætlaða innihaldinum í samráðingarupplegginum um ríkisrættarligu støðuna.
? Eg hevði ikki torað at givið so nógvar upplýsingar um eitt mál, sum eg sjálvur hevði stemplað í trúnaði, men líkamikið við tí. Hatta var úrslit úr góðum fjølmiðlaarbeiði, ið Jónsigurd Johannesen eigur rós fyri, sigur Jóannes Eidesgaard.










