Landsfundur
Á landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum í morgun viðgjørdi felagsformaðurin eisini Arbeiðsloysisskipanina.
- Enn hava vit ikki fingið skil á ALS. Hetta er fyri ein part grundað á fordómar og vantandi politiskan vilja.
Jan Højgaard segði, at FF fleiri ferðir hevur verið á fundi við myndugleikarnar um ALS, men annað enn gylt lyfti er tað ikki blivið til.
Hann segði, at eitt tað mest skuffandi í hesum sambandi var ein fundur, sum felagið hevði við táverandi landsstýrismannin um ALS.
- Her lovaði landsstýrismaðurin – við himmalvendum eygum – at nú skuldi hann fáa ALS í rættlag. Men tá hesin løtu seinni kom niðan í tingið, vísti tað seg, at hann ikki helt orð, men hevði sagt ósatt fyri okkum.
Jan segði, at í eini handavend helt sami landsstýrismaður ikki, at fiskimenn hava rætt til útgjald úr ALS.
- Uppskotið, sum hesin sami landsstýrismaður nú bar niðan í tingið, var ein háðan móti fiskimonnum.
Reiðarar ábyrgd
Felagsformaðurin segði í morgun, at reiðarar eisini mugu taka sín part av ábyrgdini av, at fiskimenn ikki fáa útgjald úr ALS.
- Í fleiri førum nokta reiðarar at siga menn upp, hóast skipið er lagt.
Hann segði, at Fiskimannafelagið eisini hevur dømir um, at reiðarar blíva við at halda upp á fólkið, tó at smá – ella eingi – útlit eru til, at skipið loysir aftur í bræði.
- Hetta verður gjørt á tann hátt, at reiðarar í vikur kunnu siga, at nú verður tað heilt skjótt, at skipið loysir aftur, men so verður ikki loyst kortini.
Jan Højgaard segði, at enn bíða fiskimenn eftir eini skilagóðari og rættvísari loysn í málinum um ALS.