Tað er ikki rætt, at kringvarpsstjórin er kærdur til kringvarpsstýrið, sambært Rúna Heinesen, formanni í kringvarpsstýrinum, sum í gjárkvøldið sendi eitt lesarabræv til fjølmiðlarnar. Lesarabrævið kemur í kjalarvørrinum av, at Ivan Hentze Niclasen, redaktørur í Dag & Viku og Barbara Holm, blaðstjóri í Sosialinum, í lesarabrøvum hava kjakast um temaið um stríð í Kringvarpinum, ið var at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum farna vikuskiftið.
- Vísandi til greinarøð í VikuskiftisSosialinum skal eg hervið staðiliga afturvísa, at starvsfólk í KvF hava kært stjóran til kringvarpsstýrið. Sosialurin sigst hava fingið fatur í tveir teldupostar frá tíðindaleiðaranum til stýrisformannin. Í báðum føri verður tilskilað, at talan er um kunning og ikki at skilja sum kærur, skrivar Rúni Heinesen.
Rúni Heinesen skrivar, at tá hann bleiv spurdur um málið fyri nøkrum vikum síðan, bleiv hann spurdur um gegnið hjá stjóranum, men ikki um nakrar klagur.
- Fyri fýra vikum síðani vendi Barbara Holm sær til undirritaða við spurningum um gegnistrupulleika hjá kringvarpsstjóranum og pástandi um innanhýsis stríð í KvF. Eg vildi ikki gera viðmerking, men vísti journalistinum til kringvarpsstjóran. Journalisturin spurdi ikki um klagur yvir stjóran til kringvarpsstýrið. Tí er tað skeivt, tá Barbara Holm í almennum skrivi í kvøld sigur stýrisformannin hava fingið høvi til at viðmerkja “klagur, sendar kringvarpsstýrinum”. Klagur, sum ikki eru til, skrivar Rúni Heinesen.
Sostatt metir stjórin í Kringvarpsstýrinum, at yvirskriftin á temanum hjá Vikuskiftis-Sosialinum ikki var røtt.
- Grundarlag er sostatt ikki fyri yvirskriftini í VikuskiftisSosialinum um klagur um stjóran. Skeivleikin blívur ikki rættari av at blíva endurtikin alment í svarskrivinum hjá Barbaru Holm í til Ivan Niclasen, redaktør, endar Rúni Heinesen lesarabrævið við.