- Áskoðararnar hjá andstøðuni hava myndað rópini, men eg haldi hóast alt, at vit hava spælt, kanska ikki altíð spælt so vakurt, men vit hava spælt dystin alla tíðina og hava so eisini skorað málini til enda.
Orðini eigur Høgni Hoydal, tá hann í samrøðu við Árna Gregersen í tíðindunum á Rás2, skal lýsa tað orðaskiftið, ið hevur verið um førda politikkin hjá samgonguni.
Í samrøðuni, ið viðgjørdi landsfundin hjá Tjóðveldi um vikuskiftið, sigur Høgni Hoydal eisini, at hann er væl nøgdur við samstarvið, ið flokkurin hevur havt við Javnaðarflokkin og Framsókn.
- Eg eri sera væl nøgdur við samgongusamstarvið sum heild. Tí vit hava framt nøkur mál sum vit hava droymt um og fólk hava ynskt eftir í mong harrans ár. Fáa vit so framt pensjónsnýskipanina og stjórnarskipanina, so eru tað ótrúlig framstig, sigur Høgni Hoydal.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við Høgna Hoydal við at trýsta á pílin undir myndini.