Ferðavinna
Herfyri frættist, at gistingarhúsið, Gjáargarður við Gjógv, sum leingi hevur staðið á sølulista hjá P/F Inni, er selt.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sum er millum teirra, ið hevur víst gistingarhúsinum ein ávísan áhuga, sigur, at honum kunnugt er húsið ikki selt enn.
Hann váttar, at Atlantsflog telist millum teirra, sum hava áhuga í einum boði, sum er latið uppá húsið.
- Men so vítt eg veit, er húsið ikki selt enn, sigur hann.
Magni Arge vísir á, at Gjáargarður er eitt gott hús við nógvum møguleikum.
Hann heldur, at húsið í størri mun eisini skuldi verið opið fyri ymiskum aktivitetum um veturin.
Hjá P/F Inni var leiðarin í summarfrí, tá ið vit fregnaðust og kvinnan, sum tók telefonina, var júst komin aftur úr summarfrí.
Hon visti tískil ikki, um nakað er hent í málinum um Gjáargarð seinastu tíðina.










