Ólavsøkuaftan er farin aftur um bak, og løgreglan hevur eina nátt við nógvum arbeiði at líta aftur á. Men tær allarflestu uppgávurnar hava verið at hjálpa fullum fólki, sum hava verið so drukkin, at tey ikki hava klárað seg sjálvi.
Løgreglan hevur verið væl mannað í býnum, bæði til gongu og í bilin, men tey siga, at tað væl skipaða liðið av samarittum, sum eisini eru til arbeiðis, gera eitt ovurhonds stórt arbeiði, og hava tikið sær av teimum flestu fullu fólkunum.
Øll hesi fullu fólkini eru so fingin á føtur, og summi eru fingin til hús, men eingin er endaður í varðhaldinum í Klaksvík.
Men tá ið klokkan var farin av seks í morgun ringdu fólk til løgregluna um, at tveir mans vóru farnir til hendurs í Niels Finsensgøtu, uttan fyri Blábarr.
– Tá ið tann eini skumpar hin frá sær, fer hann ígøgnum tann stóra rútin Blábarr, sigur løgreglan. Báðir menninir fingu skaða, annar skar seg í ryggin og fekk glassplintur í ryggin og hin fekk splintur í hondina.
Báðir menninir fóru á skaðastovuna og løgreglan roynir nú at fáa greiði á málinum við tí endamáli at vita um nakar av teimum skal skuldsetast fyri harðskap, ella um tað endar við eini skuldseting um herverk, ella bæði.