Teir hava hildið Havnina reina í 20, 25 og 30 ár, menninir, sum í gjár vóru heiðraðir í Reinhaldinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði øllum blómur, viðurkenningar og gávur frá kommununi, og takkaði fyri trúfasta tænastu.
Kaminga hevur starvast í Reinhaldinum í 20 ár, og er nokk tað, man kann kalla altmuligmaðurin. Seinastu tíðina hevur hann ruddað áarinntøkini, men áður hevur hann koyrt maskinur og røkt bussskýli og kommunalar ruskspannir.
Allan Clementsen hevði eisini 20 ára starvsdag. Hann hevur øll árini koyrt feiubil og gjørt annað fyrifallandi arbeiði. Hann er eisini álitis- og trygdarumboð hjá starvsfeløgunum.
Jógvan Martin Heinesen hevur starvast í Reinhaldinum í 30 ár. Hann byrjaði í asfaltinum longu sum óviti og hevur nú álititsstarvið at koyra asfaltstrumlurnar.
Heri Jensen hevur 25 ára starvsdag. Hann hevur, eftir eina stytri karrieru á gamla meiarínum, alt hvat menn vita um, koyrt runt við síni trillubøru og hildið miðbýin reinan til stóra gleði fyri okkum øll, ið starvast í miðbýnum.
Jørmund Olsen hevur eisini 25 ára starvsdag. Hann er útlærdur bilsmiður hjá Tummas Ørv, sum fyrr seldi SAAB Yviri við Strond, áðrenn hann fór at koyra dumpara í grótbrotinum á Sundi. Tá grótbrotið á Sundi varð niðurlagt flutti Jørmund í Reinhaldið, sum tá húsaðist undir trongum umstøðum á Skálatrøð við niðurslitnum maskinum, sum bara hann kláraði at halda koyrandi.
Jørmund hevur øll árini síðan 1992 skipað fyri ruddingini á Ólavsøku og sum tey flestu vita, kann hettar neyvan gerast betur. Hann hevur nú í nógv ár starvast sum sjakkformaður.
Christian Didriksen hevur eisini 25 ára starvsdag. Christian er ein arbeiðssamur maður, hann er álítandi og als ikki smæðin fyri at taka eina hond í arbeiði úti í markini.
Allan D. Christiansen hevur 25 ára starvsdag. Hann byrjaði blaðungur sum ørindadrongur hjá Kommununi. Allan fylgdi við, tá Ferðslan flutti niðan á Oyggjarvegin, og hevur nú tey seinastu árini virkað sum sjakkformaður.