Tað var sum á ólavsøku í miðbýnum í Havn í nátt í sambandi við stóru konsertina, ið var í Vágsbotni. Og løgreglan sigur, at tað sæst aftur í frágreiðingini hjá teimum, men sum heild var bara talan um smáttarí, kortini, sovorðið, sum er væntandi, tá ið so nógv fólk koma saman í veitsulagi.
Í fleiri førum eru fólk var løgreglan í samband við fólk, sum vóru so ólátað, at tey vóru til ampa fyri onnur. Løgreglan sigur, at tað var eisini heilt ofta, at sjúkrabilur mátti sendast eftir fólki, sum vóru dottin, og høvdu koykt ein fót, ella høvdu smekkað høvdið í, ella høvdu meiðslað seg upp á aðrar mátar. Men tey siga, at talan var bara um smásnuddir – men teir vóru nógvir í tali.
Men løgreglan sigur eisini, at tað kemur ómetaliga væl við, at samarittarnir eru so nógvir, og væl skipaðir á slíkum tiltøkum. Teir gera eitt veldugt arbeiðið, tí teir taka sær av heilt nógvum av tí vanliga og avlasta sostatt bæði løgreglu og sjúkrabilar so tað munar.
Men í nátt kom ein drongur eisini inn í tjaldið hjá samarittunum í Vágsbotni og tað varð skjótt, at tey komu eftir, at hann hevði verið fyri harðskapi, so tá varð løgreglan boðsend. Løgeglan sigur, at drongurin er antin sligin, ella skallaður í andlitið og tað verður nú viðgjørt sum eitt mál um harðskap. Tey hava eisini rættiliga góðar ábendingar um, hvør gerningsmaðurin er, so hann vænta tey at finna ein av døgunum.











