Hava havt fyrsta fundin

Einki er enn komið burturúr samráðingunum millum Føroya Lærarafelag og lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum. Patranrnir hittast aftur mánadagin

Mikudagin hittust Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið á fyrsta fundinum, nú samráðingar aftur skulu takast upp um lønar- og starvsviðurskifti hjá læraraum.


Til 1. mars

Á samráðingunum í fjør fekst bert ein fyribils semja, ið varir til 1. mars..

Tá kom so lang, at Lærarafelagið hótti við at nýta verkfallsrættin, ið yngru lærararnir hava, tí teir eru ikki tænastumenn.

Føroya Lærarafelag vísir til nýggju fólkaskúlalógina. Felagið krevur, at lærarar fáa løn, ið samsvarar við eyka arbeiðsuppgávur í lógini. Eisini metir felagið neyðugt, at lærarar og, ikki minst skúlaleiðslur, fáa tíð til umsiting og ráðlegging.

Felagið hevur roknað út, at nýggja lógin kostar eini 18 millióniir krónur. Hesin peningur er ikki avsettur á fíggjarlógini fyri 2000.

Men bæði Tummas Magnussen, Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum og Elsa Birgitta Petersen, Føroya Lærarafelag, eru sera varin við at koma við viðmerkingum um samráðingarnar.


Kunnandi fundur

Tey siga, at fyrsti fundurin bert var ein kunnandi og tilrættisleggjandi fundur, har partarnir eisini løgdu fram síni uppskot fyri hvør øðrum. Bæði vísa tey á tíðindaskriv frá Lønardeildini, har tey m.a. siga seg samd um, at samráðingarnar ikki verða førdar í fjølmiðlunum.


Tíðindaskriv

Tíðindaskrivið sigur so:

Kl 10 í dag hittust Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið til fyrstu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fer úr gildi 1. mars 2000.

Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag gjørdu semju 31. oktober 1999 um at leingja sáttmálan til 1. mars 2000. Samráðingarnar hesa ferð verða sambært hesi semju serliga um arbeiðstíðina hjá lærarum.

Á fundinum vóru ikki realitetssamráðingar, men nýttu partarnir høvi til í felag at leggja komandi samráðingar til rættis. Harumframt gjøgnumgekk Fíggjarmálastýrið sítt útspæl til ein nýggja avtalu um arbeiðstíð.

Partarnir hava avtalað, at meðan samráðingar eru, fara teir ikki út í fjølmiðlarnar við smálutum frá uppleggum ella samráðingarfundum.

Næsti fundur er ásettur at verða mánadagin 10. januar 2000, kl. 10.00