Øll tey nógvu útlendsku ferðafólkini, sum hava verið í Føroyum og sæð sólarmyrkingina, hava havt eitt stórt upplivilsi og tað var ein hátíðardámur yvir sjálvari sólarmyrkingini.
Tað sigur Theresu Kreutzmann, stjór á kunningarstovuni í Havn
Hon sigur, at tey fyrstu bíløgdu sær pláss longu fyri 16 árum síðani og nú eru eini 10.000 ferðafólk komin til Føroya.
Hon heldur ikki, at tey komu til fánýtis, og eitt, sum hevur eyðkent tey, er, at tey hava lagt nógvar pengar eftir seg.
- Tey spyrja ikki, hvat tað kostar, sigur hon.
Trýst á pílin undir myndini og hoyra Theresu Kreutzmann greiða frá, hvussu tað hevur gingið og tí, sum fer at henda í Havn í kvøld.