Seinnapartin í dag var hátíðarhald í hangarinum hjá Atlantsflog á flogvøllinum í Vágum í sambandi við, at tað í dag eru 30 ár síðani, at Atlantsflog fleyg fyrsta túrin úr Vágum til Keypmannahavnar við ferðafólkum.
Atlantsflog hevur havt ymsar avbjóðingar. Fyrstu árini vóru tung fíggjarliga – og fyrsta rakstraravlopið var ikki fyrr enn í 1995.
Felagið fór at flúgva til Íslands í 1995, til Skotlands í 1998 og til Noregs í 1999. Í 2000 var annað flogfarið keypt.
Í 2007 var felagið partvíst einskilt og skrásett á keypsskálum.
Í 2012 kom fyrsta Airbus flogafarið, og tá fór felagið eisini at flúgva til Barcelona í Spania. Felagið vann hetta árið eisni heiðurin »Airline of the Year«.
Landsstýrið kepyti einskilda partin av felagnum aftur í 2014 og felagið var avskrástt í keypsskálanum.
Atlantsflog rekur umframt rutuflúgving við flogførum eisini tryluflúgvingina í Føroyum.
Lesið eisini: Atlantsflog føðingardag: 30 ár á føroyskum veingjum










