- Lønirnar, sum eru goldnar í Føroyum, eru aftur falnar eitt sindur.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá hagstovuni yvir gongdina í lønargjaldingum.
Í november í ár vórðu 600 milliónir goldnar í lønum.
Lønargjaldingarnar í november í ár vóru sostatt nakað minni enn undanfarnu tveir mánaðirnar, har lønirnar, serliga í september, vóru væl hægri. Hagstovan staðfestir, at seinna hálvár í ár hevur roynst nakað betur til lønir enn fyrra hálvár. - Mánaðarligu lønirnar í fyrru hálvu sveiggjaðu um 590 milliónir og seinna hálvár hava lønirnar verið yvir 600 milliónir, men í september vóru tær 627 milliónir.
Sum gongdin hevur verið higartil í ár, er lítil ivi um, at tað verða tænastuvinnurnar, sum fara at hava størstu framgongd í ár.
Størsti vøksturin er í almennum tænastum, har tað higartil í ár eru útgoldnar 59 milliónir meira í lønum enn í fjør, ein vøkstur á 2,5%.
Í januar til november í 2010 vórðu 2,272 milliardir goldnar í lønum í almennum tænastuvinnunum, í sama tíðarskeiði í fjør var talið 2,339 milliardig og í ár er talið komið upp á 2,389 milliardir.
Privatar tænastuvinnur hava havt ein vøkstur á 1,3% higartil í ár samanborið við í fjør.
Har vórðu tvær milliardir goldnar í lønum frá januar til november í 2010, í fjør var talið 2,122 milliardir og higartil í ár er tað 2,149 milliardir.
Tilsamans vórðu 6,179 milliardir útgoldnar í lønum í januar til desember í 2010, í sama tíðarskeiði í fjør var talið 6,449 milliardir og higartil í ár er tað 6,538 milliardir.
Tilsamans eru sostatt goldnar 89 milliónir meira í lønum enn somu mánaðar í fjør. Tað er ein vøkstur á 1,4%.
|