Johan Dahl
???????????
Tað stríð, sum hevur staðist um mín persón seianstu vikurnar, harmar meg almikið. Serliga harmist eg um, at eg verði so ókritiskt viðgjørdur í fjølmiðlunum, sum hava tikið greinina í Fregnum seinasta fríggjadag sum fullan sannleika.
Fyri at lýsa málið frá mínari síðu, havi eg biðið Anfinn V. Hansen, advokat, gjøgnumganga málið. Hann kemur til ta greiðu niðurstøðu, at hvørki Inge Krause Jensen ella maður hennara, Carl Johansen, hava goldið nakað til bankan av skuldini hjá mær.
NOTAT
»Johan Dahl hevur heitt á undirritaða um at gjøgnumganga skjølini viðvíkjandi kautiónslánunum vegna P/F Nautilus og teimum skuldsetingum, sum hava verið frammi um, at Johan Dahl skal hava latið Inge Krause Jensen og dóttrina, Onnu Johansen, hanga upp á privat lán hjá sær í Føroya Sparikassa, sum tey framhaldandi siga seg rinda ávikavist kr. 3.000 og 2.500 pr. mánað.
Eftir at hava gjøgnumgingið øll skjøl, komi eg til hesa niðurstøðu um gongdina og peningaflutningin í málinum:
Teir tríggir, Petur Nolsø, Johan Dahl og Carl Johansen, stovnaðu mitt í 1980-árunum partafelagið Nautilus. Felagið rak eina heilsumiðstøð yviri við Strond í Havn í hølum hjá felagnum hjá Carl P/F C.C. Johansen. Húsaleigan var umleið kr. 250.000 um árið.
Felagið gjørdi sera stórar íløgur í útbúnað, eins og uml. kr. 900.000 vórðu nýttar til at seta leigaðu ognina í stand. Til at fíggja íløgurnar í hølini og raksturin, varð tikin ein kredittur í táverandi Sjóvinnubankanum, sum teir tríggir, Petur Nolsø, Johan Dahl og Carl Johansen, kautioneraðu fyri.
Raksturin gekk ikki, og eigarnir avgjørdu í 1988 at lata felagið aftur. Tólini vórðu seld Tvøroyrar Kommunu. Tá alt var uppgjørt, skyldaði felagið framhaldandi kr. 2.325.000 á kredittinum til bankan.
Petur og Carl rindaðu kr. 775.000 í 1988 hvør inn á kredittin. Í 1989 var restsaldan á kredittinum kr. 916.000, tá Johan rindaði inn til bankan kr. 250.000 soleiðis, at eftir á kassakredittinum hjá P/F Nautilus stóð kr. 666.000, sum allir tríggir kautionistarnir heftu fyri mótvegis Sjóvinnubankanum.
Johan átók sær at rinda hesa skuld og fekk játtað lán frá Sjóvinnubankanum. Bankin kravdi tó, av tí at allir tríggir kautioneraðu fyri kredittin hjá Nautilus, at Petur og Carl framhaldandi skuldu kautionera fyri láninum, hóast Johan fram yvir skuldi standa fyri tí privat.
Í 1989 fór Vágs Skipasmiðja á heysin, og kom Johan sjálvur illa fyri fíggjarliga og misti allar sínar ognir og lívsgrundarlag. Tí kundi hann ikki rinda lánið aftur til Sjóvinnubankan. Við endanum av 1993 var lánið við rentutilskriving komið upp á kr. 940.000. Bankin steðgar frá og við 1994 alla rentutilskriving á láninum
Í 1994 ger P/F C.C. Johansen avtalu við Føroya Banka, sum Sjóvinnubankin nú var lagdur saman við. Avtalan ber í sær, at hetta partafelag rindar øll privat millumverandi hjá Carl Johansen við bankan. Um hetta mundið hevði einkjan, Inge Krause Jensen, yvirtikið partafelagið, herundir kautiónsskyldur vegna Johan Dahl.
P/F C.C. Johansen rindar í apríl 1994 ymiskar upphæddir inn til Føroya Banka, harav vórðu kr. 550.000 formliga bókaðar inn á Nautilus-lánið. Samstundis váttaði bankin, at Inge Krause Jensen var leys av kautiónsskylduni. Inge var tá stjóri og høvuðspartaeigari í P/F C.C. Johansen. Flytingin til bank-an varð eisini undirskrivað av Inge K. Jensen.
Inge gjørdi samstundis avtalu við Johan um, at hann skuldi rinda henni eina endaliga upphædd privat uppá kr. 210.000 fyri Nautilus. Upphæddin skuldi ikki renta men gjaldast aftur við kr. 2.500 mánarliga. Fram til medio 1996 búði Johan i Bretlandi. Í staðin fyri mánar-ligar flytingar varð goldið við størri upphæddum hvørja ferð, Johan kom til Føroya. Eftir at Johan flutti til Føroya, vórðu gjørdar mánarligar flytingar fram til endan av 2001. Samanlagt rindaði Johan kr. 227.000, t.e. 15.000 meira enn avtalað.
Bankin gjørdi í 1996, tá restskuldin á láninum var kr. 390.000, avtalu við Petur Nolsøe um, at hesin skuldi rinda kr. 195.000 inn á lánið og soleiðis verða leysur av kautionini. Petur gjørdi tá samstundis avtalu við Johan um, at Johan rindaði honum kr. 120.000 til fulla og endaliga avgerð.
Restsskuldina til Føroya Banka hevur Johan avgreitt endaliga við bankan í 2002, soleiðis at skuldin til bankan er burtur.
P/F C.C. Johansen fór konkurs í 1996. Búgvið konstateraði, at felagið hevði millumrokningar við partaeigararnar í partafelaginum fyri kr. 788.000, og búgvi royndi at innheinta hesar. Upp í í millumrokningini var kautionsskyldan. Málið endaði í 1999, tá Inge Krause Jensen rindaði búðnum kr. 450.000 til fulla og endaliga avgerð og keypti við hesum øll rættindir, sum búgvið mátti havt.
Inge hevur eftirfylgandi haft rættarmál við hin kautionistin um, at hesin skuldi endurrinda henni ein part av peninginum, tí hon, eftir at hava keypt kravið fra konkursbúnðum, hevði lagt meira út enn hann. Hendan sakin endaði við, at Petur Nolsø rindaði henni umleið kr. 300.000, sum kona Johan, Linda Herdalur, síðani rindaði Petur aftur.
Ein uppgerð av peningaflutinginum fyri restsalduna av kassakredittinum hjá P/F Nautilus sær hereftir soleiðis út.
Saldo í 1989kr. 916.000
Inngjald Johankr. 250.000-kr. 666.000
Rentutilskriving 89-93kr. 273.000+kr. 939.000
Inngjald P/F CC. Johansen apríl/94kr. 550.000-kr. 389.000
Inngjald Petur Nolsø apríl 96kr. 100.000- kr. 289.000
Inngjald Petur Nolsøkr. 95.000-kr. 195.000
Inngjald Johan Dahlkr. 139.000-kr. 55.000
Bankin avskrivaðkr. 55.000-kr. 0
Eitt yvirlit yvir gjøld, sum Johan Dahl og Linda Herdalur hava goldið vegna Nautilus, sær soleiðis út:
1989 til Føroya Bankakr. 250.000
1994-2001 til Inge Krausekr. 227.000
1998-2002 til Petur Nolsøkr. 120.000
2002 til Føroya Bankakr. 138.000
2003 til Petur Nolsø (Linda)kr. 302.000
Goldið íaltkr. 1.037.000
Inge Krause Jensen hevur fingið hesar upphæddir frá hinum báðum luttakarunum í sambandi við Nautilus:
Frá Johan Dahlkr. 227.000
Frá Petur Nolsøekr. 302.000
Íaltkr. 529.000
Hvørki Inge ella maðurin hava sjálvi goldið nakað til bankan av skuldini hjá Johan Dahl sambært fyriliggandi skjølum frá bankanum. Sum tað sæst oman fyri hevur Inge keypt eina millumrokning fyri kr. 450.000 frá P/F CC. Johansen. Við í hesari millumrokning vóru umleið kr. 300.000 privatar hevingar hjá henni og manninum, sum einki hava við hetta málið at gera. Meirútreiðslan hjá Inge Krause Jensen hevur sostatt verið uml. kr. 150.000, sum skal haldast móti teimum kr. 529.000, sum hon hevur fingið aftur. Munurin er neyvan allur vinningur, tí hon hevur í tíðarskeiðnum eisini haft útreiðslur til ein danskan advokat.
Tað er ongantíð komin nøkur uppgerð frá Inge Krause Jensen ella advokati hennara um krav móti Johan Dahl. Út yvir tað, sum er komið fram í fjølmiðlunum, er ikki grundgivið fyri nakað krav, eins og Johan Dahl heldur ikki er stevndur í málinum. Tað er tí ikki møguligt at fyrihalda seg til, í hvønn mun tað framhaldandi kann verða talan um nakað krav, men eftir teimum skjølum, sum fyriliggja, sæst ikki at verða nakað grundarlag fyri eitt tílíkt krav. Anna Johansen sæst ikki nakrantíð at hava verði upp í málinum. Eingi skuldarviðurskifti hava verið við Føroya Sparikassa, so um skuld er her, kann tað ikki hava nakað við Johan Dahl at gera.«
Tórshavn, 21. februar 2004
Annfinn V. Hansen
Advokatur»