Hava goldið 10,9% meiri í skatti

Tað fløðir meiri, bæði í landskassanum og í kommunukassunum kring landið. Átta teir fyrstu mánaðirnar æí ár hevur skattainntøkan verið 10% hægri enn sama tíðarskeið í fjør

 

Tá ið tað regnar á Palliba og Marsannu, dryppar eisini á Karsten.

Í blaðnum í gjár greiddu vit frá, at higartil í ár, hava føroyingar forvunnið væl meiri í løn, enn teir høvdu gjørt um somu tíð í fjør.

Hetta sæst sjálvandi eisini aftur í skattinum. Tær feskastu samanteljingarnar hjá Hagstovu Føroya, vísa, at átta teir fyrstu mánðirnar í ár, hava føroyingar goldið 10,9% meiri í skatti, enn teir gjørdu átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Her er bæði talan um A og B skatt.

Frá januar til og við august í ár hevur skattainntøkan hjá landi og kommunum verið 1.249 milliónir

Hetta er 10,9% meiri enn skattainntøkan var átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tí tá var hon 1.124 milliónir.

Í alt 1999 betaltu føroyingar 1.752 milliónir í skatti og í 1998 var gjaldið 1.592 milliónir.

Sostatt er skattainntøkan hjá landi og kommunum alsamt hækkað tey seinastu árini.

Afturat hesum tølunum, skulu leggjast tað, sum føroyingar hava goldið til ALS og til Arbeiðsmarknaðareftirlønina.

Besti skattamánaði í ár var mai, tá ið vit betaltu 174 milliónir í lands- og kommunuskatti.

Ringasti mánaði var aftur í ár januar, tá ið skattainntøkan var 132 milliónir.

Annars gongur tað fram av útrokningunum, at hesi bæði seinastu árini er tað, sum landskassin fær, og tað, sum kommunurnar fáa av tí samlaða skattinum, forskotið eitt lítið sindur.

Í 1998 fingu kommunurnar 45,9% av samlaða skattinum og landskassin fekk 47,6%.

Í 1999 fingu kommunurnar 44,8% og landið 49,4.

Og átta teir fyrstu mánaðirnar í 2.000 fingu kommunurnar 44,8% av skattinum og landið 50,2%.

Lesarin hevur ivaleyst lagt til merkis, at her mangla nøkur fá prosent. Tað eru upphæddirnar, sum fara til ALS og til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.