Hallur Holm, formaður í Frælsa Ítrótti Føroya, metir, at Føroyar aldrin áður hava havt so góðar kvinnuligar rennarar. Tað segði hann við portal.fo í gjár.
- Vit hava tríggjar, ið renna skjótari enn tað, ið vanliga er gulltíð á Oyggjaleikunum. Talan er um Marnu Egholm, Valborg Heinesen og Bjørk Herup Olsen, ið allar kunna vinna gull á Oyggjaleikunum. Tað er ein heilt óvanlig støða. So vónirnar til at vinna medaljur hjá kvinnum eru góðar, segði Hallur Holm við portal.fo.
Í samrøðuni vísti hann eisini á, at Rebekka Fuglø og Katarina Høj eru millum fremstu rennarar í Danmark á miðallongum teinum í løtuni.
- So sum heild, meti eg, at kvinnurenningin er sterkari enn nakrantíð áður, segði Hallur Holm við portal.fo










